Latið ikki valið koma á tykkum

Gjørdist ovurfegin, tá Landsstýrismaðurin í vinnumálum Bjarni Djurholm leygardagin í útvarpinum svaraði lesarabrævi mínum í Vikuskiftissosialinum. Hetta við at siga, at hann heldur ætlaði at longja barnsburðarfarloyvið, sum eg hevði mælt til, enn at lækka inngjaldið til skipanina, sum hann annars hevði fráboðað hóskvøldið

Píkarill um ikki Landsstýrismaðurin í Almannamálum svarar aftur í Útvarpinum í dag sunnudag, at leingjanin skuldi deilast millum foreldrini, tí tað skal vera javnstøða, og haraftrat átalaði hann, at Bjarni Djurholm ikki hevði lagt málið fyri landsstýrið.

Nú í kvøld sigur Nicolina Højgaard, heilsusystir í ÚF, at børn verða sjúk av at fara heimanífrá 6 mánaðir gomul og at 1 ár er tað einasta rætta.

Alt ljóðar bæði væl og rætt, men tað sum nú leikar á er, at tær milliónirnar, ið eru í yvirskot í Barsilsskipanini, enda í landskassanum, tá árið er farið, um onki verður gjørt. Hugsið tykkum um løgmaður útskrivar val í morgin! So verður eingin broyting í ár. Løgtingið hevur úr at gera í hesum døgum. Lat okkum smíða meðan jarnið er heitt og leingja barnsburðarfarloyvið við 4 vikum sum skjótast. Men lat okkum endiliga eisini fara undir eitt hugmyndafrøðiligt kjak og útvega tann pening, sum er neyðugir, til tess at fylgja tilmælunum hjá almannaráðharranum og heilsusystirini.

Tá til ber hjá pinkubarninum at fáa nakrar vikur afturat við hús beinanegin, skulu vit sjálvsagt virka fyri tí. Ja, hvør dagur ger mun, og er tað nakað ½ árs gamalt barn hevur skil fyri, - so er tað, hjá hvørjum gott er at vera.