Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu Heðin Mortensen hartar nú politikarnar í Suðurstreymoy, tí einki verður gjørt fyri at steðga flytingini av almennum stovnum út á bygd.
- Hetta landsstýrið hevur lagt seg eftir at niðurlaga og flyta so nógvar almennar stovnar sum til ber út á bygd. At úrslitið av hesum skilaloysi er fólkaminking og fráflyting í høvuðsstaðnum, hevur als ongan áhuga hann er jú komin fyri at verða, siga útjaðarapolitikkararnir, ið eiga meirilutan á tingi! Tíverri hava tinglimir í Suðurstreymoy og allir teir, sum rópa seg landspolitikkarar, heldur ongan áhuga fyri støðuni í høvuðsstaðnum, sigur Heðin Mortensen í lesarabrævi.
Hann finst at, at pengar verða brúktir til skúlabygging í Klaksvík, og lítið og einki verður gjørt við Studentaskúlan í Hoydølum.
- Meðan ein politikkari í Klaksvík situr og telur nýggj almenn størv í Klaksvík heili seksti bara í fjør og tað bert á sosiala økinum so tosar komandi borgarstjórin í Klaksvík um, at høvuðsstaðurin er komin fyri at verða. Men samstundis gongur hann á odda í púra sjónligu ætlanini hjá alsamt fleiri løgtingslimum at steðga Marknagilsdeplinum. Meðan milliónir verða oystar í skúlabygging í Klaksvík, sum eingin veit skal brúkast til, so skal nú bert pjøssast uppá sminkaða líkið í Hoydølum, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu ivast ikki í, at verða tey lesandi og undirvísarar ikki savnað í stórar eindir í miðøkinum, fer útbúgvingarstigið at lækka.
- Vit hava prógvað við kanningum og nýliga er tað enn einaferð staðfest í bókaútgávu, at tey lesandi fara hagar, tey fáa bestu útbúgvingina við einum gevandi lestrarumhvørvi, har tey eisini kunnu vinna sær inntøku aftrat til lestrartíðina. Lærararnir og granskararnir fara hagar, teir fáa fakligar avbjóðingar innan fyri sítt fakøki. Hetta fær mann bara við at savna tey lesandi og lærararnar í stórar eindir í miðøkinum, sigur Heðin Mortensen.
- Verandi gongd beinleiðis lækkar útbúgvingarstigið, tí úrslitið er, at vit fáa færri lesandi í Føroyum. Hetta merkir, at fakliga grundarlagið undir útbúgving, sum skal lúka altjóða krøv, máast burtur, og tey lesandi, lærararnir og granskararnir, flyta av landinum.
Til ber at lesa lesarabrævið hjá Heðini Mortensen her