Latið forminnini hava frið

    

Úti í Rættará standa eini gomul, sjarmerandi og snotulig hús. Tey eru gomul og søgulig. Fyri mongum árum síðan høvdu húsini og økið har á leið stóran týdning fyri Havnina. Til dømis búði (í uml. 1850) katólski presturin Bauer har. Bauer lat byggja fyrstu katólsku kirkjuna og hann hevði prýðiligan urtagarð, ið havnarfólk vóru sera hugtikin av. Tá Bauer fór av landinum, blivu ognirnar seldar og og eitt stutt skifti bleiv kirkjan brúkt til annað endamál. Tá kirkjan bleiv niðurtikin blivu nøkur av vindeygunum sett í húsini hjá Lias í Rættara niðri í Rættará, har okkurt vindeyga sæst enn, men tíverri eru flest teirra fjald aftan fyri plátum. Skomm at forminni fáa sovorna lagnu.
Sethúsini hjá Bauer hava verið nýtt til navigatiónsskúla og frú Joensen hevur havt skúla har.
Hyggja vit at gomlum myndum úr Havn, so grettir ikki at Bauers hús ella Christines Minde uppi á.
Húsið. Í dag vera gomlu nøvnini sjáldan brúkt, men í staðin fyri rópt, húsið í Rættará har, sum hvalabeinini standa.
Í dag verður tíverri ikki hugsað um søgulig virði. Skommina hava vit (nútíðar havnarfólk og føroyingar sum heild), ið ikki virðismeta farna tíð og lutir tess, men lata tey forfarast ella fjala tey burtur av nútíðar ørskapi.
Nútíðar ørskapur verður framdur norðan fyri húsini í J. C. Svabosgøta 21
Vestanfyri Christinesminde liggur grannahúsið, ið hevur adressu J. C. Svabosgøta 21. Á økinum uppi yvir Christines Minde gongur okkurt fyri seg, ið als ikki hóskar inn í søguligu myndina.
Eigarirnir eru farnir at grava út fyri einum parkeringsøki (betongdekki) beint omanfyri gomlu húsini. Øki har parkering skal gerast til J. C. Svabosgøtu 21, er sera lítið og jarðarmunurin er so mikið stórur, at um eitt dekk ella platformur verður gjørdur, so verður gamla søguliga húsið køvt og myrkalagt. Um hettar vitleysi fer at fara fram vóni eg at onkur í framtíðini sær tað ørskapin í hesari dáragerð.
Fyri at forða ætlaða ørskapin, havi eg heitt á Tórshavnar Kommunu um at steðga hesum vitleysa projekti alt fyri eitt.
Tað er nógv fyri at bilar og tørvurin á parkeringsøkjum, hava fingið so nógv at siga og so góðan rætt her í samfelagnum, at alt annað og onnur virði bert verður skúgvað til viks. Kosta hvat tað kosta vil.