Hópdrápið í skúlanum í Newtown seinasta fríggjadag og kjakið, sum hevur tikið seg upp síðani, hevur fingið nógvar amerikanarar at fara til myndugleikarnar við vápnum, sum teir hava havt við hús.
Í Camden í statinum New Jersey hava myndugleikarnir givið fólki eitt tilboð um at lata vápnini inn. Tey fáa 250 dollarar fyri hvørt vápn, og úrslitið varð, at myndugleikarnir fingu knappliga 1.200 skotvápn av ymsum sløgum.
-Tað eru mong, sum siga, at tey vilja ikki hava skotvápn við hús longur, sigur statsadvokaturin Jeffrey Chiesa við fjølmiðlarnar.
Millum vápnini, sum fólk eru komin við, eru eitt nú riflur, høglbyrsur, skammbyrsur og automatisk vápn. Løgreglan sigur, at nógv tey flestu vápnini eru í góðum standi, men at nú verða øll oyðiløgd.










