Í Frítíðarskúlanum í Hoyvík letur í morgin upp floksstova til seks børn við autismu.
Tórshavnar kommuna hevur tikið stig til at broyta hølisviðurskiftini í Frítíðarskúlanum í Hoyvík fyri at gera floksstovu til børn við autismu.
- Vit hava arbeitt við at gera hetta klárt, og vit kunnu nú frøast um at lata upp í morgin, sigur Levi Mørk, sum er leiðari í Fríðtíðarskúlanum og býráðslimur í Tórshavnar kommunu.
Í floksstovuni vera børn við autismu og frá 1. til 4. flokk. Floksstovan verður brúkt til serundirvísning til børn við autismu og til frítíðarskúla. Tað vera námsfrøðingar og lærarar sum fara at starvast í serstovuni.
- Hesum hava vit og Hoyvíkar skúli arbeitt við í eitt ár, og nú er klárt at byrja. Frammanundan hava vit skúla, frítíðarskúla, ungdómsvirksemi og nú eisini serstovu til børn við autismu í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, sigur Levi Mørk.