Havnarborgarar hava í fleiri ár ynskt fleiri apotek í býnum, og serliga hevur eitt ynski verið um, at fáa eitt apotek í miðbýnum.
Vanliga hevur Gamla Apotek, ið Løgtingið brúkar til politiskar skrivstovur, verið nevnt sum eitt egnað stað, men enn hevur tað bara verið tosað um málið.
Men nú tykist, at havnarborgarar fáa sín vilja, tó at tað ikki verður í Gamla Apoteki.
Tórshavnar býráð hevur nevniliga á býráðsfundi í kvøld samtykt, at lata upp eitt apotek í veghæddina í gamla Bank Nordik bygninginum.
Í fyrstu atløgu verður bara møguligt at keypa heilivág í handkeyp, men um alt gongur væl, so verður tænastan víðka til eisini at fevna um resept heilivág.
Umframt eitt apotek, so er ætlanin at brúka veghæddina í gamla Bank Nordik bygninginum til bussterminal, kafevirksemi og kunningarstovu.
Mett verður, at tað fer at kosta 1,8 milliónir krónur at innrætta hølini til nýggja virksemi.