Lata upp aftur í Elduvík

Gamla “Lonin” í Elduvík letur nú uppaftur. Perlan er heitið á nýggja gistingarhúsinum

 

Seinastu tíðina hava tey stríðst við at gera nýggja gistingarhúsið til reiðar at taka ímóti gestum til  sólarmyrkingina.

 

Perlan hevur tilsamans 15 seingjarpláss, og nýggju eigararnir siga, at allir hentleikar, sum hoyra slíkum stað til, eru til staðar.