Fyrstu vikuna í juli verður høvi hjá øllum familjum í landinum at royna seg sum skóti í eina viku.
Tað verður, tá ið KFUM-skótarnir bjóða øllum føroyskum familjum á almenna legu í skótadeplinum á Selatrað
Tað gera tey í sambandi við, at tey nú leggja síðstu hond á arbeiðið at gera tað stóra bálplássið, sum verður miðdepilin í skótadeplinum.
Tað er ikki hissini bálpláss, talan er um, tí tað hevur kostað 700.000 krónur at gera og tað verður pláss fyri einum 1000 fólkum til prát, sang og hugna rundan um bálið.
Men Magni Laksáfoss, skótaovasti, sigur, at tá ið skótarnir gera so nógv burtur úr einum bálplássi, er tað júst tí, at tað er bálið og hugnin rundan um tað, sum er miðdepilin í skótalívinum.
Og hetta bálplássið er eisini nakað heilt serligt, tí tað er bygt sum ein hálvrundingur við fyrimynd í uttandura leikpallunum í gamla Róm.
Skótaovastin sigur, at endamálið er eisini, at tað skal bera til hjá uttanveltaðum at leiga skótadepilin og bálplássið til uttandura sjónleik, fólkafund, ella onnur tiltøk.
Skótalív í eina viku
Bálplássið er bara fyrsta byggistig í arbeiðnum at nýtímansgera allan skótadepilin og tá ið hetta er liðugt, verður arbeitt víðari og hvørt, sum ráðini vera til tað.
Magni Laksáfoss sigur, at nú bálplássið er liðugt, verður tað tikið alment í nýtslu og tað verður tað við eini stórari familjulegu, sum verður fyrstu vikuna í juni.
Tað verður ein almenn familjulega, fyri familjur við børnum í øllum aldri, har øll eru vælkomin, eisini tey, sum ikki eru skótar.
Á leguni sleppa øll at búgva í tjaldi og at royna skótalívið í eina viku og tað verður rættiliga nógv uttandura ítriv á skránni, bæði jarnsmíð, útróður, forðabreyt, postarenning, síging drekabygging, matgerð á báli og mangt annað.
Av tí, at talan er um skótalív, er familjulegan sjálvandi rúsfrí.
Tey, sum ikki hava umstøður at hava tjald við sær, kunnu leiga sær kamar á skótadeplinum, men tað ber eisini til at koma á legu í kampingvogni.
Men tað er eisini køkur í skótahúsinum, sum tey, sum ikki gera mat sjálvi, kunnu keypa sær døgverða og annan mat.
Og miðdepilin í øllum hesum uttanduralívinum verður so tað stóra legubálið, sum er mitt í skótadeplinum og tá verður bálplássið eisini tikið alment í brúk.