Strandferðslan
? Tað verður við ringum tannabiti, at vit siga verkfalsrættin frá okkum.
Tað sigur Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Annars veit hann ikki rættiliga, hvat hann skal halda um útspælið frá løgmanni um at finna eina skipan, sum ger skipini hjá Strandferðsluni óheft av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum.
?Tað ber illa til at hava nakra meining um hetta, fyrrenn vit vita, hvat liggur í tí, sum landsstýrið ætlar.
Men Jógvan Nybo sigur, at ætlar Landsstýrið bara at taka verkfalsrættin frá teimum, fyri siðani at fara vit teimum, sum tað lystir, er hann hart ímóti tí.
Hann er eisini hart ímóti at gera maskinmenninar hjá Strandferðsluni til tænastumenn.
?Vit hava gjørt maskinmenninar á vaktar- og bjargingartænastuni til tænastumenn, men tað hava vit so ringar royndir av, at tað góðtaka vit ikki einaferð afturat.
Jógvan Nybo sigur, at á ið maskinmenninir á vaktar og bjargingartænastuni blivu tænastumenn, mistu teir samstundis verkfalsrættin.
?Men síðani teir blivu tænastumenn, hava vit havt sera ringar royndir av landsstýrinum. Landsstýrið hevur rætt og slætt slett ikki verið til at tosa við um nakað sum helst. Teir hava i mongum førum ikki so frægt sum svara okkum aftur, tá ið vit hava vent okkum til teir.
Hann sigur at í sambandi við Vaktar- og Bjargingartænastuna , følir maskinmeistarafelagið seg lumpað so tað stendur eftir.
? So tað hoppa vit ikki uppá einaferð afturat, sigur Jógvan Nybo.
Hann sigur, at skulu maskinmeistararnir siga verða tænastumenn, skal tað ikki verða upp á sama máta sum við Vaktar- og bjargingartænastuni.
? Tað skal í hvussu so er finnast ein greið skipan, so at vit ikki verða fullkomiliga uttan rættindi á Strandferðsluni, soleiðis sum tað er hent á Vaktar- og bjargingartænastuni, sigur Jógvan Nybo.
Les eisini viðmerkingar frá Ellinti Abrahamsen, formanni í Skipara- og navigatørfelagnum og Thomasi Magnussen, leiðara á lønardeildini í fíggjarmálaráðnum










