Fer tað ikki nú at vera soleiðis, at tey, sum duga at gera seg sjálvan so ússaligan sum gjørligt, fara at fáa kvotur frá samgonguni at fiska.
Eins og restin av andstøðuni í Løgtinginum, er Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, ímóti at samgongan ætlar at lata ein part av fiskitilfeinginum sum menningarkvotur. Tað eru kvotur, sum eru markaðar til øki í landinum, har tað ikki er so nógv fiskaarbeiði.
Men Jørgen Niclasen vil heldur kalla hetta stakkalakvotur, tí hann spyr um hetta ikki eru kvotur, sum skulu latast teimum, sum duga best at gera seg ússaligan. Skal fortreytin fyri at fáa menningarkvotu nú vera, at tað skal snúgva seg um at gera seg sjálvan so ússaligan sum tilber, spurdi hann.
Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, heldur, at menningarkvoturnar vera dýrar í umsiting. Eitt nú eru fimm milliónir settar av á fíggjarógini til at umsita nýggju fiskivinnuilógina.
Annars heldur hann, at Jørgen Niclasen ger nakað nógv av, men tað er eingin ivi um, at tað, samgongan leggur upp til, er, at menningarkvotur skulu latast økjum í landinum, har arbeiðsloysið er størst.