Lata illa at upsafiskiskapinum

Tvey partrolarapør koma inn at landa mánadagin, og so koma nøkur pør seinni í næstu viku.

Seks pør eru til fiskiskap. Okkurt parið fiskar svartkalva á djúpum, og restin fiska upsa.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at tvey pør koma inn at landa mánadagin, og so koma nøkur pør seinni í vikuni. Upsaskipini hava framvegis smáligan fiskiskap.

 

- Tríggir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva og fáa eisini nakað av kongafiski. Tveir koma inn at landa miðskeiðis í næstu viku. Hin triði landar neyvan í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at ein djúpvatnstrolari fiskar stinglaks og landar niðri - og ein fiskar svartkalva í grønlendskum sjógvi.

 

- Tveir trolbátar eru á landleiðini, og tveir aðrir fara avstað um vikuskiftið. Fiskiskapurin á landleiðini er brúkiligur. Ein trolbátur landar væntandi mánadagin, og hinir tríggir landa seinni í vikuni.

 

Lagt verður aftrat, at tveir trolbátar eru á Íslandsrygginum. Teir fáa mest av toski og koma væntandi inn at landa miðskeiðis í næstu viku.