Lata ikki fartelefonina liggja

Løgreglan gjørdi í gjár §13 kanningar ymsastaðni í landinum.

Løgreglan var í gjár úti og gjørdi §13 kanningar í Eysturoynni og Norðoyggjum.


Fyrra kanningin var um middagsleitið við Skálafjørðin. Heilt merkisvert er, at einastu brotini, ið løgreglan staðfestu ta løtuna kanningin vardi, vóru fimm bilførarar, ið tosaðu í fartelefon meðan tey koyrdu. Harvið fáa teir fimm bilførararnir 500 krónur hvør í bót.


Seinni um dagin framdi løgreglan aftur eina §13 kanning, hesaferð í Klaksvík. Har fingu seks bilførarar bót. Tvey fyri at tosa í fartelefon meðan tey koyrdu, tvey fyri ikki at sita í bilbelti, ein fyri ikki at hava koyrikort uppá sær og so fekk ein bót fyri eina yvirháling, ið løgreglan metti ikki var í lagi.


Tað er ikki heilt óvæntað, at flestu bøturnar vóru fyri brúk av fartelefon. Ein gallupkanning, ið Ráðið fyri Ferðslutrygd gjørdi í 2012, vísti at meira enn helmingurin av øllum føroyingum, 51 prosent, søgdu at tey javnan tosa í fartelefon, meðan tey koyra bil.


Tí heitti RFF eisini á myndugleikarnar, um at hækka bótina fyri at tosa í handhildnari fartelefon úr 500 krónum til 1500 krónum, tá ferðslulógin seinast var til viðgerðar á tingi. Tann áheitanin fall fyri deyvum oyrum.