Lata einki frá okkum

Vindorkuframleiðslan er komin í gongd, og eingin orsøk er at avhenda vindmyllurnar til nakran annan, heldur Heðin Mortensen.

Aðalfundurin hjá SEV situr í løtuni og viðgerð spurningin um, at avhenda part av vindmyllulundunum í Húshaga og Neshaga til dóttirfelag, sum SEV eigur 100 prosent í, ella í dóttirfelag, sum SEV eigur part í.

 

Jarðfeingi hevur gjørt SEV vart við, at sambært treytunum fyri loyvini til vindframleiðslu í Neshaga og Húshaga, skal vindmylluvirksemið rekast í sjálvstøðugum partafelag. Tí sær nevndin í SEV seg noydda at fáa undirtøku frá aðalfundinum til at broyta viðtøkurnar og leggja hesar vindmyllulundirnar í dóttirfeløg.

 

Harumframt hevur nevndin, í samband við útbyggingina av vindmyllulundini í Húshaga, gjørt ætlanaravtalu við Magn um at gerast partaeigari av vindmyllulundini í Húshaga. Eisini hetta krevur undirtøku frá aðalfundinum.

 

Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, var fyrsti maður at gera viðmerkingar til uppskotið, og segði, at hann føldi seg ikki tryggan við hesar viðtøkubroytingarnar.

- Vit fara ikki, sum SEV, at lata nakað frá okkum. Vit hava uppbygt vindmyllulundirnar, og eg haldi, at SEV framvegis skal eiga tær, segði Heðin Mortensen.

 

 

Hann vil tí hava nevndina at greiða nærri frá hvat broytingarnar hava við sær, áðrenn hann følir seg tryggan at atkvøða fyri viðtøkubroytingunum.

 

Hann óttast í veruleikanum ikki, at Jarðfeingi skal taka loyvi aftur, nú vindmyllulundirnar eru í gongd og framleiða streym til føroyska orkukervið.

- Gera vit partafeløg, so lata vit hurðarnar upp, og so eru øll vælkomin at kappast á økinum, segði Heðin Mortensen.