Lata 1,5 milliónir krónur til neyðhjálp í Sýria

Føroya landsstýri og Reyði Krossur hava latið stuðul til humanitert neyðhjálpararbeiði.

- Føroya Landsstýri og Reyði Krossur Føroyar hava við samstarvsavtalu gjørt av at lata 1,5 millión krónur til humanitera neyðhjálpararbeiðið í Sýria. Reyði Krossur Føroya sendir neyðhjálpina úr Føroyum gjøgnum danska Reyða Kross, ið hevur starvsfólk í Sýria, sum virkið arbeiða við neyðhjálpararbeiðinum í tøttum samstarvi við Sýrisk Arabiska Reyða Hálvmána.


Tað boðar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið frá í tíðindaskrivi í morgun. Í tíðindaskrivinum verður upplýst, at Sýrisk Arabiski Reyði Hálvmáni er størsti humaniteri felagsskapurin í Sýria. Mett verður, at hjálparfelagsskapurin nær umleið 4,5 milliónir fólk um mánaðin í fjúrtan landspørtum í Sýria.


Eftir ætlan, so skal neyðhjálpin frá Føroyum tryggja vetrarneyðhjálpina til tey, sum eru innanhýsis burturrikin og liva sum flóttafólk í egnum landi.


Kríggið í Sýria hevur birt undir størstu og álvarsamastu flóttafólkastøðu í heiminum síðan seinna heimsbardaga. Mett verður nú, at 13,5 milliónir fólk – 80 prosent – av sýriska fólkinum hava tørv á humaniterari hjálp.