Í einum vælvirkandi demokratiið skulu allir samfelagsbólkar vera umboðaðir. Í Tórshavnar býráð eru fleiri bólkar undirumboðaðir, og tí kann tað eisini verða torført at røkja teirra áhugamál. Hesir bólkar eru eitt nú:
• ungar kvinnur
• kvinnur við smáum børnum
• familjur, ið fáa børn við serligum tørvi
• fólk, ið ikki eiga egnan bústað, t.v.s. búgva til leigu
• fólk, ið búgva í Vesturbýnum
Eg eri kvinna, mamma at smáum børnum og búgvandi til leigu í vesturbýnum. Í mínum arbeiði sum sjúkrarøktarfrøðingur, havi eg møtt avbjóðingunum, sum familjur ið fáa børn við serligum tørvi møta.
Eg kenni til avbjóðingarnar hjá hesum bólkum og vil røkja teirri áhugamál í býráðnum.
Tað skal vera lætt at hava børn, tí børnini eru okkara framtíð. Barnafamiljur við trongum korum skulu stuðlast fíggjarliga og hava góðar bústaðarmøguleikar. Tað er staðfest at kostnaðarstøðið er hækkað í mun til lønarlagið, og fleiri ferð er staðfest at Føroyar er eitt dýrt land at búgva í.
Í hesum valstríðnum hevur nógv verið skrivað og tosað um folkafráflyting, og tað er í stóran mun fólk úr áður nevndu bólkum, ið flytur úr kommununi og av landinum. Tí er upplagt at umboð fyri hesar bólkar kemur framat í býráðnum, og kann virka við til at betra um korini og tí steðga fráflyting.
Kanst tú identifisera teg við hesar bólkar, ella vil stuðla teimum, lat okkum so taka fat fýra tey næstu árini, at betra um og gera tað meiri liviligt hjá teimum.
Hvussu vit skipa samfelagið politiskt, er avgerandi fyri hvørji rættindi og skyldir vit hava og hvørjum politiskum miðum vit stýra eftir. Nú er løtan at velja hvønn veg Havnin skal fara næstu fýra árini og hvørji umboðini skulu vera.
Sterkan lista E inní býráðið,
X við Marju Lund Gjógvará.










