Á heimasíðuni hjá Hennes og Maurits ber í løtuni til at skapa sær sína egnu modell, ið síðan kann royna alskyns klæðir fyri teg. Útfrá vekt, hædd, sniði, hári og andliti tilevnar tú modellina hjá tær. Og so er bara at lata modellina í undirklæðir, buksur, kjólar, skógvar og tilhoyr, ið H&M hevur at bjóða á heimasíðuni, og vita, um tað riggar júst til tín.