Lat tað gamla falla

Gamli skúlin í Vestmanna, sum plagdi at verða brúktur sum ungdómshús, er tikin niður

Vestmanna kommuna tók herfyri endaliga avgerð, um at gamli skúli nú skuldi takast niður.

Í 60unum 70unum og fram í 80’ini vóru húsini brúkt til ungdómshús, sum bleiv rópt Geilin.

Síðan Geilin stongdi, hava ymiskar ætlanir verið við húsinum, men hetta kom tó ongantíð longri, og nú helt kommunan at tíðin var komin til at taka húsini niður.