Lat tað bara regna í summar

Klumma

Hetta verður eitt gott summar. Og tað er líkamikið, um sólin kagar fram síðst í juni, ella um hitastigini verða tveysiffrað onkra løtu í juli, so at Weber grillini kann trillast út í tún og standa har í tveir tímar, áðrenn hon má flýggja undan regninum aftur.

Fimm túsund sjeyhundrað og trýss minuttir við HM fótbólti bíða fyri framman. Og allir minuttirnir eru líka spennandi. Allir.

Fyri summi er tað ein líka stór hending, at Honduras og Sveis spæla HM-dyst í 1200 metra hædd í Bloemfontein, sum tá fíggjarmálaráðharrin við álvarsomum andliti leggur fram eina fíggjarætlan við einum halli á eina slaka milliard krónur.

Og ein komandi fiburspreinging hjá Steven Gerrard fer nógva staðni at elva til størri høvuðbrýggj, enn struktueralla hallið í føroyska samfelagnum nakrantíð fer at gera.

Fríggjakvøldið um eina viku verður lagt til brots í Suðurafrika, og eftir at Suðurafrika og Meksiko hava spælt fyrsta dystin í endaspælinum um heimsmeistaraheitið í fótbólti, bíða 63 dystir eftir at verða spældir – og sæddir. Sjónvarpsrásirnar spíla seg út við beinleiðis varping av øllum teimum 64 dystunum, og vit eru nógv, sum fara at sita har og hyggja og síðani bíða til næsta dyst, tá vit aftur kunnu hyggja.

Størsta ítróttarkappingin í heiminum ger summarið til nakað heilt serligt, og kvinnurnar, sum kanska í minni mun hava áhuga fyri fótbólti, kunnu heldur ikki klaga.

Í gjárkvøldið var nýggi Sex and the City kvinnufilmurin frumsýndur, og um vikuskiftið sleppa kvinnurnar at renna kvinnurenning, tey kalla. So hetta summarið bjóðar ikki bara HM-fótbólt, tað bjóðar eisini javnstøðu. Tí tá kvinnurnar í eina viku hava brúkt tíðina til perfumufilm og kvinnurenning, hava menninir ein mánað við HM-fótbólti.

Og tað eru longu nógv sum stúra fyri 11. juli, tá ið HM-finalan verður bríkslað av.

Eyðun Klakstein