Kristina Háfoss
Fólkatingsvalevni Tjóðveldisfloksins
Ferð eftir ferð fáa vit áminning um, hvussu fáar kvinnur eru við, har politiskar avgerðir verða tiknar - har avgerðir um framtíðina hjá okkum øllum verða tiknar. Men hóast hesar áminningar so broytist hetta ikki. Kvinnur umboða í dag bert 9% á Løgtingi og 0% í Landsstýrinum - hóast vit umboða nærum 50 % av føroyingum. Nú hevur tú møguleika fyri at skapa broyting og gera mun - við at velja eina tjóðveldiskvinnu á Fólkating !
Saman fara TÚ og E at virka fyri:
?At uttanríkispolitisku heimildir Føroya ikki verða fluttar til ES, men heldur heim til Føroya.
?At føroyingar fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum og øðrum altjóða felagsskapum.
?At gera óhefta búskaparfrágreiðing, ið lýsir búskaparligu støðuna Føroya og Danmarkar ímillum.
?Viðurkenning og virðing av rættindum okkara sum tjóð.
?Framhaldandi at skipa fyri kunnandi ráðstevnum og fundum, til frama fyri betri upplýsing um føroysk viðurskifti í Danmark.
?Virka fyri at menna samstarv við aðrar tjóðir - og senda fleiri føroyskar sendimenn og -kvinnur út í heim.
?Virðiligum og javnbjóðis samstarvi.
?Sum heild at slóða fyri føroyskum sjálvbjargni.
Lat tína atkvøðu fáa veruliga ávirkan.
Vel so tað munar.
Vel tjóðveldiskvinnu á Fólkating !
Les meira á heimasíðu míni: www.hafoss.com