- Vit hava eina øgiliga effektiva skattaskipan, sum avgreiðir 90 prosent av sjálvuppgávunum sjálvvirkandi. Tað vil siga, at longu 2. januar veit TAKS hvat hvør skattaborgari skal rinda í skatti fyri undanfarna ár, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
Tað er uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir um at loyva fakfelagslimum at draga limagjaldið frá í skatti, sum hann umtalar.
- Hetta prinsippið brýtir man við, tá man nú loyvir frádráttum í skipanini. Tá man ruddaði upp í skipanini, innførdi man ein botnfrádrátt í skipanini, sum skuldi vera eitt ískoyti fyri frádráttirnar, men nú vil man hava bæði botnfrádrátt inni og man vil loyva frádráttum í skattaskipanini, sigur hann.
Sambandsflokkurin hevur tí lagt eitt uppskot fram heldur at hækka botnfrádráttin.
- Hvat verður tað næsta? Hvat er eitt yrkisfelag? Eitt ítróttarfelag kann blíva eitt yrkisfelag, eitt grannalag, ein familja. Vit fáa hópin av møguleikum at koma við kreativum loysnum, sum loyva frádrátti í skattinum. Tað er jú tað, man royndi at umganga, tá man fór burtur frá øllum hesum frádráttunum, tá man fór frá nettoskattaskipanini til bruttoskattaskipanina, og hon hevur riggað væl, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Hann væntar tó, at uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir verður samtykt.
- Hóast umboð hjá Framsókn hava verið frammi og sagt, at tey ikki stuðlað hesum uppskotinum, so hevur søgan víst, at tá á stendur atkvøður samgongan samlað kortini, sigur hann.
Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna við Bárð á Steig Nielsen.