Vit eru beint nú í einari serligari bíðistøðu, har vit ikki vita, hvussu útbreidd koronasmittan er í Føroyum. Tí mugu vit vera sera ansin, inntil vit vita meira um støðuna.
Tað sigur Pál Weihe, yvirlækni og partur av koronaráðgevingini, nú koronasmittutalið er skjótt vaksandi í Føroyum.
– Vit eru í einari avkláringarstøðu, og meðan vit eru har, eiga vit at vera eyka varsom í øllum okkara sosialu sambondum, sigur hann.
– Tað merkir, at vit eiga at avlýsa veitslur, og vit eiga ikki at fara til stór ítróttartiltøk, har vit sita tætt. Tá vit fara til handils, eiga vit at vera varsom, og vit eiga at ganga við munnbindi, tá vit ferðast í bussum og skipum, sigur Pál Weihe.
Hann vónar, at vit aftaná í næstu viku síggja, um tað ber til at lokalisera smittuna, ella er hon víttspjadd um alt samfelagið.
– Vit eru í einari bíðistøðu og mugu uppgeva tað sosiala lívið. Hendan fasan kemur at taka hesa vikuna og næstu. Tá vita vit, hvar vit flóta. Men vit vita ikki, hvar vit eru nú, og tí mugu vit vera sera varsom, sigur Pál Weihe.
Hetta er galdandi í okkara privata lívi og í okkara arbeiðslívi.
– Vit mugu passa uppá hvønn annan, so vit ikki smitta hvønn annan av óvart, sigur Pál Weihe og kemur við einum logiskum og effektivum ráði:
– Uppfata teg sum smittaðan og liv har eftir, meðan hendan avkláringarfasan er í gongd. Hvør einstakur kann isolera seg sjálvan við at halda tveir metrar frástøðu, ikki nerta við plátur og ting, sum onnur hava nortið við. Tað er ikki so innviklað.
– Tað kann gott vera, at tað fer at ganga væl, men vit vita ikki hvønn veg tað fer, sigur Pál Weihe.