Lat okkum kalla ein spaka fyri ein spaka

Nú nógv verður tosað um viðurskiftini hjá samkyndum upp undir valið, havi eg hug til í friðsemi og í góðum forstáilsi at gera vart við hugtøkini hjún og gifta.

Smb. orðabókini eru eini hjún: maður og kona, sum eru gift, og gifta: víga í hjúnaband, hann gifti seg við henni. Øll orð, sum hava nakað við hjún ella giftu at gera, verða umtalað sum nakað, ið hevur við sambandið millum mann og kvinnu at gera. Eg finni ongan annan týdning av hesum orðum í orðabókini. Hesi orð eru so innlivaði í okkara máli, at tað skuldi ikki verið neyðugt at leita til orðabøkur, fyri at finna út av hesum, hetta burdu øll vita.
Tvey verða gift, tey giftu eru hjún, maður og kona, einki annað kann pr. definitión eita hjún ella at giftast.
Tað ber ikki til at broyta gomul væl lýst orð og hugtøk, tí onkur ynskir tað, í hesum føri ein minniluti við aðrari kynsligari sannføring enn tey flestu. Her mugu finnast onnur orð ella heiti um hesi fáu, sum eru okkara millum og altíð hava verið tað, men sum nú gera meira vart við seg og vilja vera meira sjónlig, tað skulu tey eisini hava loyvi til uttan at verða happað.
Um tey halda, at teirra borgarligu rættindi sum pør í samfelagnum krevja broyting í eini ella aðrari skipan, so kann tað ikki gerast við at broyta nakað uppá okkara hjúnarbandslóg, ið sum nevnt bert hevur við viðurskifti millum mann og kvinnu at gera, men so má tað orðnast á onkran annan juridiskan hátt.
At so nógv valevni til løgtingsvalið siga ja til at broyta hjúnarbandslógina eftir ynski frá felagsskapi fyri samkynd, sigur nakað um, hvussu sterkt árin eitt rák av hesum slag hevur, og minni um sjálvstøðuga hugsan viðvíkjandi lóggávu.
Lat okkum kalla ein spaka fyri ein spaka. Nýggj orð og nýggj heiti til nýggjar siðir ella livihættir, men lat okkum ikki brúka orðini hjún og gifta uttan í rætta samanhanginum.