- Lat okkum gloyma gamalt agg og ósemjur

Fyrrverandi borgarstjórin, Jan Christiansen heitti á allar limirnar í býráðnum um at finna semjur, tá mál skulu loysast. ? Vit gera av, hvussu trivnaðurin verður í framtíðini, segði hann.

"Bardagi eftir at koma í samgongu og at gerast borgarstjóri".
Hesi orðini nýtti fyrrverandi borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, tá hann hevði orðið á býráðsfundinum í farnu viku, tá nýggja samgongan formliga tók við.
Sjálvur hevði hann sitið sum borgarstjóri tey seinastu árini, men var ikki alt ov fegin um at lata sessin frá sær til eftirmann sín, Heðin. Serliga ikki tá hann hugsaði um mátan hetta hendi uppá.
- Fyrsta fólkavalda býráðið tók við í januar 1909, og eg veit ikki, hvussu bardagin eftir at koma í samgongu, og serliga at koma at sita í borgarstjórasessinum, hevur verið síðani tá.
- Men neyvan hevur slíkur grantlileikur, sum tann vit hava verið vitni til aftaná valið 9. november, funnið stað áður, segði Jan í avskeðsrøðu síni.
Hóast alt hetta, so mælti hann kortini býráðslimum til at lata gamalt agg og ósemjur fara aftur við borðinum, og heldur líta frameftir.

Samstarv neyðugt
Í takkar- og avskeðsrøðu undraðist Jan Christiansen á framferðina við skipanina av nýggju samgonguni.
-Tvær samgonguavtalur um skipan av meiriluta vórðu gjørdar og undirskrivaðar, áðrenn tann triðja avtalan kom í lag, um hvør skuldi sita við maktini, og hvør skuldi sita í borgarstjórasessinum tey komandi fýra árini.
-Tað sum er farið fram, ger tíverri ikki at borgarin fær størri virðing fyri okkum býráðslimum, og sigast má, at tignin hjá býráðnum hevur fingið eitt skot fyri bógvin, segði hann.
Hann legði tó dent á, at tað kortini er umráðandi at allir 13 býráðslimir ikki lata avtalubrot, sum vórðu gjørd eftir valið, ávirka arbeiðið teirra. Heldur átti býráðið at leggja dentin á at samstarva og gera sítt til, at kommunan gerst eitt enn betri stað hjá fólki at virka og búgva í.
-Tað er eitt ábyrgdarfult arbeiði at vera býráðslimur. Vit eru vald at umsita borgarans pening, og er tað í stóran mun vit, ið koma at gera av hvussu trivnaðurin verður í kommununi í komandi tíðum.
-Tí er umráðandi at vit, í mest møguligan mun, eru samd, tá stungið verður út í kortið um framtíðar avgerðir í kommununi, segði Jan.
At enda takkaði hann trimum býráðslimunum, ið annaðhvørt ikki vórðu afturvaldir ella vóru uppstillaðir ? Schumann Hjaltalin, Jákup Suna Joensen og Tórfinn Smith.
Samstundis veitti hann tøkk til bygdaráðslimirnar í kommununum í Kirkjubø, Hesti og í Nólsoy fyri gott samstarv og teirra arbeiði sum bygdaráðslimir.