- Samgongan eigur at sleppa ætlanini um at skerja grundupphæddina í fólkapensjónini.
Tað mælir Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi løgtingsmaður, og landsstýrismaður fyri Tjóiðveldi, nú til.
Hann sær ikki nakra heildarætlan í tí, nýggja samgongan ger, nú ”uppskotini uppá hvamsvís og skundandi koma bóltandi úr einum landsstýrisskápi fyri og øðrum eftir”, sum hann málber seg.
Hann heldur, at úrslitið er, at stórur partur av fólkinum hevur fingið ta fatan, at tað er roknistykkið hjá Kristinu Háfoss, sum stýrir øllum, heldur enn ein heildarpolitikkur, ið er til frama fyri hina stóru fjøldina, og ikki bara tey vælbjargaðu.
Hann heldur eisibni, at tey flestu sita nú og hugsa, at eisini ætlanin at lækka grundupphæddina, bara hevur eittans endamál og tað er at fáa roknistykkið hjá Kristinu Háfoss at ganga upp – og so skal arbeiðsmarknaðurin rinda tað, sum manglar í hjá pensjónistunum
Tórbjørn Jacobsen heldur, at trupulleikin, er at ongin heildarætlan er á pensjósøkinum og tí mælir hann samgonguni til at sleppa ætlanini um at strika grundupphæddina, til ein nýggj pensjónsskipan fyriliggur.
Hann heldur, at tað ber ikki til at argumentera fyri lækkingini, fyrrenn heildarmyndin á pensjónsøkinum, er greið og klokkuklár.
Hann heldur, at einasta loysn í løtuni, er at samgongan, heldur avtekur øll undantøkini í skattalógini, eitt nú sjómansfrádráttin, og ”síðani letur okkum, sum hesi seinastu árini hava verið forkelað við upp til 7 túsund krónum um mánaðin í skattalætta, at gjalda tað sum tá vantar í", sum hann sigur.
- Tað man vera frægasta samhaldsfesti, sum eyga kann fáast á í løtuni, leggur hann afturat.
Trýst HER og les meiri um, hvat Tórbjørn Jacobsen heldur.