Orðaskiftið um føroyska búskapin druknar í politiskum útleggingum, har ein rópar í eystur, og hin svarar í vestur. Skulu vit halda fast um búskaparstýringina til ein sjálvberandi búskap, so eiga vit at lata altjóða viðurkendar stovnar gera regluligar metingar um støðuna.
Metingar, sum kunnu samanberast við onnur lond, og sum setur okkum altjóða krøv.
Fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen hevur nevnt møguleikan at biða OECD ella ein annan altjóða stovn, gera eina kanning av føroyska búskapinum. Landsbankastjórin hevur skotið upp, at uttanveltaðir serfrøðingar gera eina ?rating? av føroysku uttanlandsskuldini
Hetta eru frálík og neyðug uppskot. OECD brúkar altjóða sambærlig tøl og kannar eisini bygnaðin í búskapinum og teir mongu tættirnar, ið hava týdning fyri búskapargongdina. Tildømis: Útbúgving og gransking, samferðslu- og samskiftismøguleikar, býtið millum alment og privat o.a.
Hetta kann taka føroyska búskaparpolitiska orðaskiftið og avgerðirnar úr føroysku ostaklokkuni og kann fáa okkum at seta okkum sjálvum altjóða krøv.
Og vit áttu at fingið metingarnar regluliga.
Partapolitiska málingin má burtur.
Orðaskiftið um fíggjarlógina hevur aftur prógvað, hvussu neyðugt tað er, at vit fáa metingar frá altjóða stovnum um búskapargongdina.
Fíggjarmálaráðið, Búskaparráðið, Landsbankin og Hagstova Føroya hava gjørt eitt sera gott arbeiði at fáa skil á landsroknskapum, tjóðarroknskapi og øðrum neyðugum amboðum. Men hesi risastóru framstig drukna í tí partapolitiska tvassarínum.
Tað var tildømis ikki fyrr enn í 1999 at vit fingu dagførdar roknskapir fyri landskassan. Áðrenn tað, bleiv nógv meiri brúkt á hvørjum ári, enn fíggjarlógin vísti. Tað kom bara ikki fram, tí roknskapurin kom ikki fyrr enn nógv ár seinni.
Kortini royna andstøðuflokkarnir at billa fólki inn, at onki skil er á, og at undirskot er á fíggjarlógini. Men samstundis mæla teir til at brúka meiri almennan pening. Teir hava enntá biðið eitt valevni hjá sambandsflokkinum um at upptraðka sum búskaparfrøðingur í bløðum og á fundum, hóast talan sjálvsagt er um ein reinan partapolitiskan boðskap.
Samgonguflokkarnir tosa eisini í hvør sína ætt, tá tann veruliga støðan í búskapinum skal viðgerast. Skattapolitikkur, íløgur og onnur stýringsamboð verða kastað upp sum partapolitiskt valagn, heldur enn boð um veruligan búskaparpolitikk.
Ongin viðger støðuna út frá sama grundarlagi.
Tað er ikki til at liva við. Tí sjálvandi skulu partapolitiskar ósemjur vera um førda búskaparpolitikkin. Men vit mugu tosa út frá nøkulunda somu metingum um, hvussu gongdin hevur verið, og hvussu støðan er.
Spurningar, ið eiga at svarast
Tað hevði verið sera kærkomið at fingið eina óhefta meting av tildømis hesum spurningum:
- Hvussu er støðan í føroyska búskapinum í mun til onnur OECD-lond - hvussu við útbúgving, gransking og umstøðurnar at draga arbeiðsmegi til Føroya?
- Hvussu stórt er yvirskotið á rakstrinum hjá landskassanum, um vit samanbera við onnur OECD-lond?
- Hvønn týdning hevur føroyska skatta- og avgjaldsskipanin - umframt aðrar almennar skipanir - fyri kappingarførið hjá vinnuni?
- Hvussu hevði støðan hugsandi verið í føroyska búskapinum, um vit høvdu brúkt allan blokkstuðulin, soleiðis sum andstøðuflokkarnir mæla til?
- Hvussu hevði støðan hugsandi verið í føroyska búskapinum, um uppskotini um nýggjan studning til vinnuna frá fólkaflokkinum og javnaðarflokkinum vórðu samtykt í undanfarnu tingsetu?
- Hvør er munurin millum búskapin og búskaparpolitikkin í dag, har vit hava lagt blokkstuðul til viks og samstundis gjalda niður skuld - og so støðuna í 80?unum, tá vit brúktu allan blokkstuðul og ikki rindaðu nakra skuld?
- Hvussu nógv restar í og hvat krevst til vit eru púra leys ev donskum studningi.