Vit kenna øll søguna um svínadreingin.
Prinsessan mussar svínadreingin, meðan ternurnar standa uttanum og telja mussirnar.
Kongurin kemur fram á tey, og hann verður í øðini.
Prinsessan umber seg fyri pápanum og sigur, at hon mussar ikki, tí hon er góð við svínadreingin, men tí at hon vil hava eina gjørda leiku, sum hann hevur lovað henni afturfyri.
Tað hugar ikki kongi.
Tað er nógv verri, sigur hann.
Hevði hon verið góð við svínadreingin, so kundi tað so verið.
Søgan kom í høvdið á mær, tá ið eg las endan á viðmerkingini hjá Regini Eikholm: Hvar hevur vanligi føroyingurin størst persónligt frælsi - innanfyri ella uttanfyri ríkisfelagsskapin? í Sosialinum leygardagin
Regin er dyggur kvæðakennari og skipari.
Tí er tað so sjálvsagt hjá honum, at hann tekur til eina kvæðamynd.
Honum hugar ikki ?loysingarævin-týrini?, sum hann niðrandi kallar frælsisstremban føroyinga, og tekur til ørindið í Torkils døtrum: ?Lat meg fyrst tann gullringin sjá, síðan skal eg tær sova hjá?.
Eg sigi sum kongurin í søguni um svínadreingin: At lova seg burtur fyri gull og skart og skreyt ella tilgjørt ónyttufjas, tað er tað ringasta. Hevði tað so av illum verið av kærleika.
Pauli Nielsen