Lat málið liva og trívast í eini nútíðarverð

Fríggjadagin hevði Marjun A. Simonsen eitt lesarabræv í Sosialinum, sum legði á uppskotið hjá Sjúrða Skaale um at gera vissar, eftir mínum tykki skilagóðar, smábroytingar í alfabetinum.

Allar broytingar eru til tað verra. Hetta er saktans niðurstøðan í skrivingini hjá Marjuni. Men fakta er, at at kalla eingin dugir at skriva (stava) rætt føroyskt, einamest tí at skriftmálið er so ævinliga langt frá talumálinum. Man skal vera magistari í filologi fyri at kenna orðanna uppruna, fyri at vita um tað einaferð fyri 500 ella 800 árum skrivaðist so ella so. Hesa vitan hava kanska eini 10 fólk. Tí er nærum ógjørligt hjá vanligum fólki at skriva reint føroyskt eftir akademisku, etymologisku hammerhaimbsku rættskrivingini, sum ein íslendingur gjørdi fyri hann.

 

»Heimsatlas« sum faklig fyrimynd?

Marjun framhevjar Heimsatlassið, sum Skúlabókagrunnurin útgav á sinni. Har »eru øll heimsins lond latin í føroyskan málbúnað«.

 

Hatta var einki framstig, men heldur størsta málspillingarroynd innan fakmál í nýggjari tíð. Hatta tiltakið var gjørt av vælmeinandi, men ókønum fólki, uttan nakra fakliga vitan, ella atlit til, hvat annars fer fram á altjóða øki um skriving av staðanøvnum í atlassum og annars.

 

Gekkaskortar heldur enn rein andlit?

Hví skulu staðanøvn, persónnøvn og onnur serlig nøvn bronglast í ein »føroyskan« búna. Hvat er rætt ella gott í tí? Eitt staðanavn er sum eitt andlit, tú kennir tað aftur. At lata tað í annan búna, er at geva tí ein gekkaskort ella kanska burka. Er tað tað, tit vilja?

Koyrir tú við einum GPS-ara í Svøríki og tastar Stokkhólmur inn, hvar manst tú so enda? Hví vil atlassið ikki brúka tað rætta navnið, sum sjálvandi er Stockholm?

Bara tvey dømi. Í Chile er høvuðsmálið spanskt, sum hevur tað latínska alfabetið sum grundarlag, eins og øll onnur vestureuropeisk lond og mál. Hví skal hetta landið hava ein ljótan gekkaskort um vakra andlitið og kallast Kili. Meiningsleyst, ópraktisk, frekt.

Og hví skal onkur amatørur sita og spæla sær og umseta og týða nøkur hissini staðanøvn í stóru Verð? Hví skula Cap Verde oyggjarnar kallast Grønhøvdaoyggjar í hesum merkiliga Heimsatlassi? Hví ’føroyskar’ hann ikki øll oyggjanøvn. Sum Sulawesi og Sumatra, Lampedusa og Lesbos, Graciosa ella Gran Canaria? Øll staðanøvn – uttan undantak - hava ein týdning, eina meining, men tað gevur onga meining at ’lata tey í føroyskan búna.’ Tað fer at virka sum ein burka.

 

Baksláttur vegna dummheit?

Hatta idioti’ið kann vendast ímóti føroyingum. Sum einaferð ein canadiari, við nøkrum føroyskum hjálparum, skrivaði vísindaliga grein um fiskivinnu í Føroyum. Har skrivaði hann um virkir í Contrary Point, Gentle Bay og Midway. Hann nevnir eisini Whale Cove, South Bay, Pig Bay, South Point og Pirate Cove. Bókin er uttan virði, tí eingin veit hvat hann tosar um, eingin kann finna leið eftir hesum tápuligu gekkaskortunum.

 

Fak ella pseudo-fak?

Fakmál - tað verði seg fysikk, kemi, matematikk ella hvat sum helst - skulu ikki »nationaliserast«. Hví læra eina »føroyska« matematikk (’støddfrøði’ er bara lænt úr íslendskum, sum alt hitt skramblið) í Hoydølum, sum eingin annar forstendur? Sum onga aðrastaðni kann brúkast? Sum bara er til fortreð og stríð? Hví skula føroyskir studentar læra matematikk av nýggjum, tá teir koma til Danmarks Tekniske Universitet, DTU, ella Massachussets Institute of Technology, MIT, at lesa?

Tað er bara meiningsleyst. Og kemst av, at ein romantisk, nationalistisk klika hevur sett seg á málið, og oyðileggur fakligheitina av ófakligum grundum.

 

Koyr burt….

»Skal hetta arbeiði nú fara fyri skeyti?« spyr Marjun við einum leiðandi spurningi um nevnda atlass. Mítt svar, og túsund við mær veit eg, er JA: Lat hatta makkverkið fara á Sandvíkahjalla, heldur í dag enn í morgin. Hatta var ein skeiv og ógongd leið.

Einki er meira natúrligt, enn at seta tað vanliga latínska alfabetið í hásæti, at hava tey neyðugu ískoytini, so sum onnur lond eisini hava. Hví stremba ímóti eini ódaðahraun í heimsins uttasta útjaðara, heldur enn at taka eina blomstrandi europeiska mentan til sín av álvara?