Málið um at samkynd kunnu giftast borgarliga hevur stóran áhuga hjá hjúnunum Annu Tórgarð og Fimmboða Lisberg, sum eiga ein son, ið er samkyndur.
- Eg haldi at fleiri løgtingslimir bæði eru bangin fyri at viðgera málið og atkvøða eftir síni sannføring, sigur sigur Anna Tórgarð.
Saman við manninum Fimmboða Lisberg fylgir hon orðaskiftinum í løgtinginum um at samkynd skulu kunna giftast borgarliga.
Les eisini: Hjúnarbandslógin fyri tingið í dag
- Fleiri av teimum, sum eru bangin, úttala seg so ógvusliga. Og tað ger meg kedda, sigur Anna Tórgarð.
Í kjakinum um at samkynd skulu fáa loyvi at giftast borgarliga er spurningurin eisini reistur, um tað nú eisini er gott fyri børn at veksa upp í eini familju, har bæði foreldur eru av sama kyni.
Les eisini: Samkynd kunnu ættleiða børn
- Mest týdningarmikið fyri eitt barn er væl, at tað veksur upp við kærleika. Veksur eitt barn upp við kærleika, so hevur barnið tað gott, sigur Anna Tórgarð.
Longu undan 1. viðgerð í løgtinginum í dag er greitt, at málið fellur. Samgongan hevur eina felags støðu og samgongulimir fara ikki at atkvøða fyri uppskotunum hjá Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam og Poul Michelsen.
Les eisini: Samkynd sleppa ikki at giftast
Sambært einum spurnarumfari hjá Sosialinum er heldur ikki full undirtøka í andstøðuni fyri uppskotunum.
- Ja, vit vita væl, at hetta uppskotið neyvan kemur ígjøgnum hesaferð. Men tað er bara ein spurningur um tíð, til samkynd eisini fáa hesi rættindi. Tað eri eg sannførdur um, sigur Fimmboði Lisberg.
Hoyr samrøðu við hjúnini Annu Tórgarð og Fimmboða Lisberg við at trýsta á pílin undir myndini.
Sera nógv fólk eru møtt upp í løgtinginum í dag fyri at fylgja orðaskiftinum um at loyva samkyndum at giftast borgarliga. Sí myndir úr løgtinginum við at TRÝSTA HER.
Les eisini:
Gifta samkynd uttan fyri løgtingið
Poul Michelsen: Eingin kann fáa ilt av samkyndum hjúnalagi