Lastbilurin var stolin

Lastbilurin, sum varð brúktur at koyra inn í eina fólkamúgvu í Stokkhólm fyrr í dag, var stolin. Tað upplýsir Rose-Marie Hertzman, talskvinna í felagnum Spendrups, ið átti lastbilin. Hon upplýsir, at førarin var í fer við at koyra vøru í lastbilin, tá gerningsmaðurin fór avstað við honum.


- Tað er tað, ið vit vita higartil. Vit hava ikki snakka við føraran enn, so vit vita ikki hvat hann hevur sæð. Men hann er ikki komin til skaða, og hjálpir nú løgregluni, sigur talskvinnan, og leggur afturat.


Vit eru sjálvandi øgiliga kedd vegna tey, ið eru komin til skaðin og dripin í hesum ræðuliga álopinum, sigur Hertzman.


Mett verður, at lastbilurin varð stolin beint áðrenn álopið, ið higartil hevur kravt trý mannalív, sambært svenskum miðlum. 


Hetta er fjóðru ferð innan stutta tíð, at lastbilar hava verið brúktir í yvirgangsálopum. Frammanundan hava teir verið brúktir í Nice, Berlin og London.