Klaksvík:
Óhappið hendi um hálvgum fimm tíðina seinnapartin. Tað kundi havt verið heilt galið, um ikki lastbilurin bleiv hangandi á tveimum hjólum í vegkantinum, tí beint undir vegnum standa hús. Men bilurin bleiv sum sagt hangandi. Ein gravkúgv helt so bilinum, inntil ein kranabilur kom og hálaði lastbilin upp aftur á vegin.
Løgreglan í Klaksvík sigur, at ikki er greitt júst hvat hendi og hví bilurin fór útav, men blóðroynd er tikin av manninum, sum so skal staðfesta, um maðurin var ávirkaður av rúsdrekka.
Myndatekstur: Til alla lukku bleiv lastbilurin hangandi á hjólunum uppi á vegnum