Lastbilur gleið í hálkuni

Tað var hált í Sørvági um nýggjárhalguna. Ein lastbilur, sum hevði verið í Miðvági eftir fiski, fór á glið og endaði í vegginum á Missiónshúsinum Libanon í Sørvági

Hálka


Tað var sum á kalvabaki í Sørvági nýggjárkvøld. Ein lastbilur, sum stóð parkeraður á parkeingsplássinum uttan fyri Missiónshúsið Libanon, vildi ikki standa har, førarin setti hann, men fór á glið og endaði í vegginum á missiónshúsinum.
Talan var um ein bil, sum hevði veirð í Miðvági eftir útróðrarfiski til fiskamóttøkuna í Sørvági. Førarin gjørdi av at seta bilin frá sær á stóra parkeringsøkið við missiónshúsið til hósmorgunin, tá latið varð upp aftur í fiskamóttøkuni. Men hálkan var so nógv, at bilurin bara av sær sjálvum fór á glið.
Lastbilurin var tungur, og gjørdi eitt sindur av skaða, sigur løgreglan. Men bilurin sjálvum fekk ongan skaða, og hósmorgunin varð hann tikin uppaftur og koyrdi sjálvur út á bryggjuna við fiskinum.
Annars hevur verið sera friðaligt í Vágum um halgurnar, sigur løgreglan. Eitt hoyggjhús í Sørvági brann á nýggjárinum. Men í aðrar mátar gekk nýggjárshaldið stillisliga fyri seg, sigur løgreglan í Vágum.