Kaldbaksvegurin hevur verið stongdur í eina løtu í kvøld, tí har hevur verið arbeitt við at taka ein lastbil upp. Talan er um ein lastbil, sum fór út av vegnum norðan fyri Sund fyri nøkrum døgum síðani.
Løgreglan hevur verið á staðnum í rundkoyringini sunnan fyri Hvítanes og í rundkoyringini í Kollafjarðardali. Tað gekk skjótt at fáa lastbilin upp, og fyri góðum tíma síðani var koyrandi aftur á Kaldbaksvegnum.