Stór lastbilastevna verður í Runavík leygardagin 19. juli 2003. Tað er 24 ára gamli klaksvíkingurin Leif Eliasen, sum er samskipari av tiltakinum. Hann arbeiðir dagliga sum lastbilaførari hjá Elmar Zachariasen í Klaksvík. Hóast lastbilastevnur ella Trucker festivalar sum tað eisini verður nevnt aðrastaðni, eru vanlig tiltøk í øðrum londum, er hetta tó fyrstu ferð, at slíkt tiltak verður fyriskipað í Føroyum. Leif Eliasen sigur, at hann hevur fingið hugskotið á túrum, hann hevur verið í Evropa eftir lastbilum fyri fyritøkuna, sum hann arbeiðir hjá og á lastbilastevnum í Danmark. Endamálið við hesi stevnuni er, at lastbilaførarar, sum bert møtast og heilsa upp á hvønn annan í ferðsluni, nú kunnu møtast og hugna sær saman og tosa um felags áhugamál, meðan bilarnir verða sýndir fram.
Leif vónar at nógvir lastbilaeigarar tekna seg til stevnuna. Tað eru sum so ongar treytir, allir bilar kunnu vera við, lastbilar, trailarar, fiskabilar, skrellibilar o.s.fr. Men hann væntar at bilarnir, ið koma til stevnuna, eru reinir og snøggir. Bilarnir eru góð reklama fyri teirra egnu fyritøkur. Møguliga verða motorsúkklur eisini við á stevnuni, men støða er ikki tikin til tað enn. Stevnan verður á havnaøkinum í Runavík. Áhugaði kunnu tekna seg áðrenn 6. juli hjá Leif Eliasen tel. 225253 ella teltupost: leif@ez.fo










