Enn hevur týska løgreglan ikki alment boðað frá, hvør maðurin er, sum koyrdi stóra lastbilin inn í mannamúgvuna á einum jólamarknaði í Berlin tíðliga í gjárkvøldið, har í minsta lagi 12 fólk doyðu, og fleiri eru særd.
Sambært tíðindamanninum hjá DR í Berlin, Michael Reiter, vilja lokalir miðlar vera við, at tann, sum koyrdi lastbilin, er pakistani, ið er komin sum flóttafólk til Týsklands fyri umleið einum ári síðan.
Dagblaðið Tagesspiegel veit at siga, at maðurin hevur verið kendur av løgregluni, men talan hevur bert verið um smákriminellar brotsgerðir, og Welt veit at siga, at maðurin er 23 ára gamal.
.