Tað fær avleiðingar, at ein útvarpsvertur í Eysturríki spældi Last Christmas í tveir tímar út í eitt.
Joe Kohlhofer hugsaði kanska, at 24 dagar eru til jóla í desember. Í øllum førum læsti hann seg inni í útvarpsstovuni, og spældi sangin Last Christmas hjá Wham/George Michael 24 ferðir út í eitt.
Sangurin er ein jólaklassikari, men at hoyra hann í fleiri tímar út í eitt er kanska ovboðið.
Hendan jólaprotestin fær avleiðingar fyri vertin. Hann er nevniliga settur at arbeiða jóaaftan og nýggjársaftan, tá fólk annars vanliga hava frí og vilja hugna sær heima, skrivar gaffa.dk.