Lassin á Ólavsøku í stuttum buksum

Eingin møguleiki er fyri, at tað skal ganga, sum tað hevur gjørt hinar báðar ferðirnar, tá ið Lassin hevur dømt finalur um Løgmanssteypið

Tað verður ein av royndastu dómarunum, sum skal halda skil á, tá ið B36 og GÍ Ólavsøkudag fara at takast um Løgmanssteypið. FSF hevur gjørt av, at Lassin Isaksen, sum er einasti føroyski altjóða dómarin, skal passa floytuna og skriviarbeiðið. Á linjunum fara at renna føstu hjálpardómararnir hjá Lassanum ? í hvussu so er, tá ið tað ræður um at døma í Føroyum. Teir eru Jón Kári Frederiksen og Petur Hans Joensen. Fjórði dómari verður Dagfinn Olsen. Tað munnu neyvan fara at ganga fleiri ár, áðrenn hann fer at fáa uppgávuna inni á vøllinum.
Ein tann síðsta uppgávan, sum Lassin Isaksen hevur havt, var í Intertoto Cup kappingini fyri trimum vikum síðani. Tá var hann á Gamla Ullevi stadion í Göteborg, har Örgryte hevði heimavøll ímóti FC Vilnius. Heimaliðið vann 3?0. Saman við Lassanum vóru Tummas Pauli Olsen og Jens Albert Simonsen, sum saman við Jón Kári Frederiksen eru teir hjálpardómararnir úr Føroyum, sum standa á altjóða listanum.
Lassin Isaksen hevur tvær ferðir áður hildið skil á steypafinalum. Merkisvert hevur tað verið, at báðu ferðirnar var neyðugt við umdysti og nýggjum leikdegi, áðrenn tað var greitt, hvør skuldi vinna Løgmanssteypið. Soleiðis verður tað ikki um eina viku. Reglurnar vórðu broyttar fyri tveimum árum síðani, soleiðis at avgerðin skal fella beinanvegin, um tað so skulu longd leiktíð og brotssparkskapping til.
Fyrra ferðin, Lassin dømdi finaluna, var í 1993. Tá spældu B71 og HB. Í fyrru finaluni, sum var spæld 4. august, var úrslitið eftir longda leiktíð 1?1. So vóru B71, HB og Lassin aftur á ovara vølli í Gundadali 22. september, og tá bar til at vinna ein vinnara. B71 vann 2?1, og tað var landsstýrismaðurin í almanna málum, Páll á Reynatúgvu, sum skoraði sigursmálið.
Seinna ferðin, at Lassin dømdi finaluna, var í 1997. Tá spældu GÍ og HB. Talan var um størsta dramaið yvirhøvur í søguni hjá Løgmanssteypinum, sum gongur aftur til 1989. Sunnudagin 4. august endaði tað 2?2. Øll fýra málini vóðu skorað í tvær ferðir fimtan minuttir longdu leiktíðini.
Nýggj finala var 8. september, og tá var aftur neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn GÍ hevði vunnið steypið. Tá ið vanliga leiktíðin var farin, var støðan 2?2, eftir at HB hevði verið á odda 2?0. Í longdu leiktíðini skoraði GÍ tríggjar ferðir, áðrenn HB pyntaði um, so endaliga úrslitið gjørdist 5?3.
Steypafinalan hjá kvinnum verður millum HB og KÍ. Í henni verður Rúni Gaardbo á Toftum dómari. Á linjunum fara at renna Jónleif Gerðisá og Jan á Líðarenda, sum tykist ætla sær at lyfta arvin eftir pápan, sum framvegis drívur á at døma. Fjóðri dómari verður Dia Lamhauge.