Lassin: Eg hevði ikki kravt nýtt brotsspark

Dómaraleiðarin hjá FSF heldur, at tulkingin av brotsspørksstøðuni í Gøtu var ov strang

Ein av mest umtalaðu hendingunum í Effodeildini um vikuskiftið var, tá ið B36 málmaðurin Tórður Thomsen bjargaði brotssparki í toppdystinum ímóti Víkingi. Hjálpardómarin gjørdi vart við, at Tórður var farin av mállinjuni, áðrenn Hanus Jacobsen skeyt bóltin, og tí skuldi brotssparkið takast av nýggjum – seinnu ferðina skoraði Hanus Jacobsen.

 

Videoupptøkur vísa, at brotið hjá Tórði var sera lítið, og at hendan støðan ikki var øðrvísi, enn hon er við flest onnur brotsspørk, har dómararnir ikki døma fyri líknandi smábrot.

 

Nú hevur dómaraleiðarin í Fótbóltssambandinum, Lassin Isaksen, sent teldupost til allar dómarar. Lassin Isaksen heldur ikki, at avgerðin hjá hjálpardómaranum í dystinum millum Víking og B36 skal brúkast sum grundarlag til at døma brotssparksstøður frameftir. Hetta sigur hann, eftir at ítróttarredaktørurin í Kringvarpinum hevur sagt, at frameftir mugu dómarar døma brotssparksstøður á sama hátt, sum dómarin gjørdi í Gøtu sunnudagin.

 

– Vit, sum varða av dómarunum og dømingini, høvdu ikki kravt at brotssparkið í Gøtu skuldi verið tikið av nýggjum, tá B36 málverjin bjargar í fyrsta førinum. Eingin ivi er um, at dómararnir í dystinum hava lógina á sínari síðu, men at avgerðin er strangari tulkað enn vanligt praksis higartil, skrivar Lassin Isaksen til dómararnar.

 

– Hervið verður boðað frá at, sum nú er, er eingin broyting viðvíkjandi praksis í samband við brotsspørk, hóast nógv verður sagt og skrivað, sigur Lassin Isaksen.