Lassin á Balkan at halda skil á

Einasti altjóða føroyski fótbóltsdómarin skal í næsta mánað døma HM undankappingardyst í Bosnia Hersegovina

Tað hava í summar verið boð eftir einasta altjóða føroyska fótbóltsdómaranum, og nú eru aftur boð eftir Lassanum Isaksen. Nú skal hann niður á Balkan at halda skil á. Talan er um HM undankappingardyst millum Bosnia Hersegovina og San Marino. Dysturin í HM undankappingarbólki 7 verður í Sarajevo mikudagin 13. oktober. Saman við dómaranum fara tveir føroyskir hjálpardómarar ? Jens Albert Simonsen og Jón Kári Frederiksen. Fjórði dómari verður Michael Svendsen úr Danmark.
                      Hetta er onnur ferðin, at Lassin Isaksen stendur frammanfyri sovornari avbjóðing. Fyrra ferðin var fyri tveimum árum síðani, tá ið hann dømdi undankappingardyst millum Liktinstein og Ísrael.
                      Seinasta fjórðings árið hevur Lassin dømt tríggjar altjóða dystir. Tann fyrsti var Intertoto cup dystur í Slovakia, síðani UEFA Cup dystur í Luksemborg, og so dømdi hann U-21 landsdyst millum Estland og Luksemborg. Saman við honum hava verið teir báðir omanfyri nevndu og Tummas Pauli Olsen.
                      Síðsta sunnudag dømdi Lassin HB og B36, og nú sunnudagin skal hann døma á Toftum, har B68 og ÍF fara at spæla sera týdningarmikla oyggjauppgerð.
                      - Mær dámar væl at døma, og altóða uppgávur av tí slagnum, sum vit nú skulu døma í Sarajevo, taki eg sum eyka herðaklapp og høvi at gera tað, sum eg seinastu nógvu árini havi brúkt so nógva tíð og orku uppá, sigur Lassin Isaksen, sum er føddur í 1961 og harvið hevur tvey ár eftir á altjóða pallinum.