Lasse Qvist skal royndarvenja í Sarpugerði

Hann hevur fyrr spælt við hollendska PSV Eindhoven og danska FC Keypmannahavn. Nú fer danski Lasse Qvist at royndarvenja í Sarpugerði.

 

25 ára gamli framherjin fer ætlandi at venja við hóskvøldið og spæla venjingardyst móti ÍF um vikuskiftið. Eftir tað fara venjarin Jógvan Martin Olsen og nevndin í Víkingi at taka støðu til, um felagið er sinnað at bjóða honum ein sáttmála.

 

Lasse Qvist hevur verið víða. 16 ára gamal varð framherjin, sum tá hevði fingið serliga talentheiðurin frá DBU, knýttur at ungdómsdeildini í PSV Eindhoven. Hann skifti til FC Keypmannahavn í 2006. Hann spældi átta skrásettar dystir fyri danska stórfelagið. Eftir eitt ár í Lyngby, skrivaði framherjin undir avtalu við Nordvest FC í 2009, sum hann umboðaði til juni í fjør. Tá skifti hann til Næstved, sum nú er botnproppur í næstbestu deildini. Qvist, sum skeyt tvey mál fyri felagið, fekk ikki stórvegis spælitíð har og segði sáttmálan upp stutt fyri jól.

 

Lasse Qvist hevur seinastu vikuna roynt at fingið sáttmála við Grindavík í Íslandi, men eftir samráðingarnar spurdist eingin avtala burturúr.