Lasse Qvist givin í Víkingi

Fótbóltur: Flest øll høvdu væntað sær nógv av danska Lasse Qvist, sum kom til Víking undan hesum kappingarárinum, men nú - tíggju dystir og tvey mál seinni - er hann farin heim aftur til Danmarkar.

Tað vóru annars stórar vónir til danska Lasse Qvist, tá ið hann undan hesum kappingarárinum skrivaði undir sáttmála við Víking og skuldi loysa Finn Justinussen av sum málslúkur. Við royndum úr stórfeløgum sum PSV Eindhoven og FCK hevði hann avgjørt nakað at vísa á, men eftir miseydnaðar tilverur í lægru donsku deildunum hevði hann nú leitað sær til Føroya at fáa yrkisleiðina á rætt kjøl aftur.
Tað fekk hann ikki. Illa darvaður av skaðum hevur hann strítt seg ígjøgnum 10 dystir og einans skotið tvey mál, og í gjár boðaði Víkingur á heimasíðu sínari frá, at felagið og Lasse Qvist eru komin ásamt um at steðga samstarvinum. Orsøkin siga teir vera, at hann hevur verið ov illa darvaður av skaðum.