Lasse Quist skrivað undir sáttmála

Tað skrivar Víkingur á heimasíðu síni.

 

Eftir dystin í Fløtugerði fríggjakvøldið, sum Víkingur vann 5-0, tosaðu fólk ikki um annað enn Lasse Qvist.

 

Eftir hetta hava partanir báðir, Víkingur og Annfinn Gaard, ið er umboðsmaður hjá Lasse, sitið saman, og nú er ein eitt ára sáttmáli so skrivaður við Lasse Qvist.

 

Annars kann sigast at hann skeyt 2 mál og legði upp til 2 onnur. Og við sínum skjótleika, teniksu og fysisku styrkjum, vísti hann framúr fótbóltsspæl. Og vónandi fara vit at síggja nógv til hesar styrkir í komandi kappingarárið, bæði í Meistaradeildini, Steypa kappingini og í Europa League, skrivar Víkingur á heimasíðu síni.