Lasse Klein hevur sett sær fyri at lýsa Føroyar á ein øðrvísi hátt. Tað ger hann í eini bókarøð sum byrjar seinni í ár. Byrjað verður í Klaksvík
- Eg havi brúkt nógva tíð at finna tey røttu evnini og motivini, finna teknara, søguligt tilfar, og út frá hesum lýsa støðuna á ein sakligan, upplýsandi og lætt skiljandi hátt, sigur Lasse Klein.
Heilt einfalt vil hann lýsa gerandisdagin hjá okkum oyggjabúgvum, eins og í ávísan mun støðuna frá einari farnari tíð, á ein hátt sum ikki beinleiðis er umrøddur á sama hátt frammanundan.
Tað eru ikki bara bøkurnar sum koma út. Hann hevur haraftrat valt at geva út stórar plakatir av motivum sum koma fram í bókini. Meira enn 40 motivir eru gjørdar um til plakatir.
- Møguleikin er somuleiðis fyri, at bøkurnar kunna verða umsettar til onnur mál, upplýsir Lasse Klein.