Lasse Klein í trupulleikum

Fyri fáum døgum síðani varð gjørt vart við, at formaðurin í landsfelagi Sjálvstýrisfloksins, Lasse Klein, á duldan hátt hevði umsett grein úr donsku Weekendavísini til egið lesarabræv, og kann hann nú koma í trupulleikar. Bæði formaðurin í danska blaðmannafelagnum og løgfrøðiligi konsul felagsins meta tað vera brot á lógina um upphavsrættin, og kunnu teir krevja stórt endurgjaldskrav ella fara í rættin, um tíðindamaðurin á Weekendavísin, Hans Mortensen, ynskir hetta

Í seinastu viku hevði Lasse Klein lesarabræv í Dimmalætting og Sosialinum við heitinum "Ein samgonga á vegamóti". Síðani kom í øðrum lesarabrævi frá Sjúrða Skaale fram, at greinin í brotum varð umsett orðarætt úr atfinnandi grein um bretsku Blair-stjórnina í donsku Weekendavísini, uttan at víst varð á nakra keldu. Bert vórðu nøvnini á politiskum flokkum skift út.

Lasse skal gjalda við kassa 1
Formaðurin í landsfelagi Sjálvstýrisfloksins, Lasse Klein, hevur síðani víst á, at hann bert hevur fingið íblástur og ikki umsett nakað, men danska blaðmannafelagið ynskir nú at hyggja nærri at málinum, sum kann fáa avleiðingar fyri sjálvstýrismannin.
- Talan er um brot á lógina um upphavsrætt, og tískil fara vit beinanvegin at hyggja nærri at málinum og upplýsa viðkomandi tíðindamann á Weekendavísini um hetta, og so er tað í seinasta enda hansara avgerð, um vit sum fakfelag skulu fara víðari við málinum, sigur formaðurin í danska blaðmannafelagnum, Mogens Blicher Bjerregaard.
Spurdur, hvørjar ítøkiligar avleiðingar kunnu væntast, sparir formaðurin ikki uppá krútið.
- Uttan sjálvur at hava kannað málið kann eg við støði í upplýsingunum úr Føroyum siga, at Lasse Klein skal gjalda við kassa 1. Endurgjaldskrav verður í fyrsta lagi kravt frá honum, um Hans Mortensen á Weekendavísini ynskir tað, og síðani kann málið fara víðari í rættin, um tað verður neyðugt, vísir ein avgjørdur fakfelagsformaður á.

Fleiri lógarbrot
Løgfrøðiligi konsulin í danska blaðmannafelagnum, Christian Dølpher, vísir somuleiðis á, at Lasse Klein hevur framt lógarbrot á fleiri økjum.
- Fyrst og fremst hevur hann ikki søkt um loyvi at nýta greinina, síðani hevur hann tikið æruna fyri sjálvur at vera høvundur uttan at upplýsa keldur, og í triðja føri hevur hann í veruleikanum broytt eina grein hjá øðrum tíðindamanni við at skifta nøvn á flokkum út. Við hesum hevur hann framt fleiri lógarbrot, sigur løgfrøðingurin.
Víðari vísir hann á somu avleiðingar sum formaðurin, og undirstrikar hann, at farið verður víðari við málinum.
- Tíðindamaðurin á Weekendavísini skal fyrst og fremst upplýsast um málið frá okkum, og síðani er tað í seinasta enda hansara avgerð, um vit sum fakfelag skulu ákæra Lassa Klein. Í fyrstu atløgu fara vit í øllum førum víðari við málinum til Hans Mortensen á Weekendavísini. Um hendingin gerst rættarmál, kemur tað sambært løgfrøðinginum undir heitið "civilt søgsmål".

Stórt endurgjaldskrav
Løgfrøðiligi konsulin Christian Dølpher sigur, at talan kann gerast um stórar peningaupphæddir, hóast hann ikki longu nú kann upplýsa, hvussu stórt endurgjaldskravið verður.
- Við fleiri brotum á lógina um upphavsrætt kann føroyski politikarin koma at gjalda stóra peningaupphædd, men nøgdin á endurgjaldskravinum er eisini tengd at, hvussu tíðarkrevjandi greinin hevur verið fyri Hans Mortensen á Weekendavísini. Løgfrøðingurin á blaðmannafelagnum sigur, at hevur Hans Mortensen nýtt nógva tíð, kann upphæddin gerast enn størri.
Christian Dølpher vísir tó á, hvussu avgerandi tað er, um Lasse Klein hevur beinleiðis umsett ella bert fingið íblástur.
- Tað er jú altíð loyvi at fáa íblástur, og tískil mugu vit nú kanna, í hvussu stóran mun hann hevur nýtt greinina hjá Hans Mortensen.

Weekendavísin seinasta orðið
Sum áður nevnt fer danska blaðmannafelagi í øllum førum at hyggja nærri at málinum og upplýsa Weekendavísina um, hvat Lasse Klein hevur gjørt, og síðani mugu teir bíða eftir aftursvarið frá blaðnum.
- Um blaðmaðurin ella Weekendavísin ynskja at hyggja nærri at málinum og møguliga krevja endurgjald fyri beinleiðis umseting ella kopiering, taka vit ábyrgdina í størsta álvara at verja rættindini hjá okkara limum, men tað er so teirra avgerð, hvat víðari hendir, sigur Christian Dølpher, løgfrøðiligur konsul í danska blaðmannafelagnum.
Viðmerkjast skal, at yvirritaði ikki fekk orðið á Hans Mortensen frá Weekendavísini, sum hevur seinasta orðið.