Lasse fann eitt pund av hashi

Enn einaferð hevur hundurin hjá Tolleftirlitinum prógvað, at hann dugir síni ting. Seinasta túrin, Norrøna kom úr Esbjerg í summar, fann Lasse eitt knapt pund av hashi, sum goymt var umborð á skipinum


Góðar 50.000 krónur í søluvirði hevði hashið, sum hundurin hjá Tolleftirlitinum fann umborð á Norrønu hendan dagin.

Í Danmark er tað helst keypt fyri einar 14.000 krónur, so tað man kennast sum dupultur smeitur hjá teimum handilsmonnum, sum ætlaðu at vinna pengar burtur úr hesum.

Tað var eftir, at ferðafólkini vóru farin av skipinum, at tollararnir fóru ein túr runt at hyggja seg um.

Hundurin vísti áhuga longu á dekkinum undir tí, har hashið varð funnið. Hann vildi upp trappurnar, og varð sleptur leysur. Hann fór beinleiðis eftir pakkanum.


Góður hundur

Hundurin Lasse, sum Tolleftirlitið eigur, er ein tann frægasti av sínum slagi í Norðanlondum.

Hundurin er svenskur,og hann er upplærdur á hundaskúlanum hjá svenska statinum.

Kjartan Dam Joensen, yvirtollari, sigur, at Lasse saman við øðrum hundum hevur verið á venjingarlegum í Danmark, har hann verður roknaður millum teir allarbestu.

Lasse er servandur til at finna hash uppi á ferðafólki.

Tað er soleiðis, sigur Kjartan Dam Joensen, at kemur fólk fram við og hevur eitthvørt uppi á sær, sigur hann frá. Soleiðis hevur hann funnið smærri nøgdir uppi á fólki, sum komin eru til dømis yvir flogvøllin.


Broytt mynstur

Kjartan Dam Joensen, yvirtollari, sigur, at tað tykist, sum mynstrið viðvíkjandi flutningi av hashi til Føroya er broytt.

Fyrr var tað soleiðis, at mest var talan um smærri nøgdir, sum fólk ofta høvdu við sær ella fingu við posti til egna nýtslu.

Nú eru nøgdirnar størri, sum funnar verða. Tað tykist, sum innflutningurin er meira skipaður við sølu fyri eyga.

Tað er ofta við posti, at hash kemur til Føroya. Men eisini annan veg kortini.

Til dømis verða fólk av og á tikin á flogvøllinum ella við ferðamannaskipunum, har tey hava hash uppi á sær.

Eisini kemur fyri, at sent verður við farmaskipum. Tá hevur tað ofta víst seg, at lagt verður umborð og heintað aftur, uttan at manningin veit av tí.