Tey velja í Týsklandi í dag, og vanligt er, at miðlarnir eru við, at høvuðsvalevnini velja
Hjá CDU-leiðaranum armin Laschet gekk tó ikki júst sum ætlað.
Hann legði atkvøðuseðilin saman øvugtan veg, tá hann í dag greiddi atkvøðu í heimbýnum Aachen.
Harvið sóust báðir krossarnir, og tað kom á myndirnar hjá fleiri myndamonnum. Og sum vera mann atkvøddi hann fyri sínum egna flokki.
Sambært týskum valreglum skal atkvøðuseðilin leggjast saman, so tað ikki sæst, hvønn tú hevur valt.
Á sosialum miðlum verður gjøldur gjørt burtur úr hendingini, men atkvøðuseðilin hjá Laschet verður ikki vrakaður. Tað upplýsir evsti valmyndugleiki, tann sonevndi Bundeswahlleiter.
Myndugleikin heldur ikki, at talan hevur verið um eina roynd at ávirka veljarar, tá tað var væntandi, at Laschet fór at atkvøða fyri sínum egna flokki.
Men veruleikanum átti Laschet tó vegna mistakið at fingið ein nýggjan atkvøðuseðil.
– Endar atkøvðuseðilin korini í atkvøðukassanum, kann hann ikki sorterast frá og er gildugur, skrivar myndugleikin á Twitter.
Laschet hevur ikki viðmerkt mistakið. Hann segði í staðin nakað um týdningin av valinum:
– Talan er um samveldisval, sum fer at gera av kósina hjá Týsklandi komandi árini, og tí telja allar atkvøður, segði Laschet sambært tíðindastovuni Reuters.
Valstríðið hjá Laschet hevur ikki verið dansur á rósum.
Atfinnarar halda, at hann hevur lyndi til at gera óhepnar feilir – millum annað tá hann á tíðindafundi um vatnflóðin aí Erftstad sást flennandi í bakgrundini.
Størsti mótstøðumaður hjá Laschet, Olaf Scholz úr SPD, hevur eisini atkvøtt í dag.
Sambært Reuters liggur javnaðarflokkurin SPD á odda í seinastu veljarakanningunum við millum einum og trimum prosent framman fyri CDU.
– Eg vóni, at so nógvir borgarar sum gjørligt fara at atkvøða og gera SPD so sterkan sum til ber og geva mær høvið at gerast næsti samveldiskanslari í Týsklandi, segði Scholz eftir at hann hevði atkvøtt.
Tað kunnu vera fleiri samgongumøguleikar, alt eftir valúrslitinum.
Valstøðini lótu upp klokkan 8 í morgun og lata aftur klokkan 18 – sum er klokkan okkara tíð. Tey vænta at verða liðug at telja einaferð í nátt.
/ritzau/