Henrik Larsson hevur nú boðað frá, at hann gevst at spæla á svenska fótbóltslandsliðnum. Henke er áður givin á landsliðnum, men hann kom afturíaftur undan HM-endaspælinum í Týsklandi, og har spældi og skoraði hann fyri Svøríki.
- Nú gevist eg. Tað kennist rætt. Eg havi gjørt mítt besta á landsliðnum, sigur Henrik Larsson við Canal Plus.
34 ára gamli Henrik Larsson er fluttur heim til Svøríkis at spæla, men áður hevur hann spælt fyri feløg sum Celtic og Barcelona.