Larsen skal selja Brøndby

Fyrrverandi landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Henrik Larsen, byrjar mánadagin í nýggjum starvi í Brøndby, har hann skal selja stuðulssáttmálar, so pengar koma í kassan.

Henrik Larsen var landsliðsvenjari frá 2002 til 2005, umframt at hann hevur roynt seg í øðrum venjarastørvum, uttan at tað hevur ligið so øgiliga væl fyri hjá honum.

Men at hann so allíkavæl kann verða knýttur at fótbóltsverðini, sum í hesum førinum í starvinum sum sokallaður “Key Account Manager” í søludeildini hjá Brøndby, passar honum fínt:

– Eg gleði meg til avbjóðingina. Tað verður spennandi at arbeiða fyri eitt stórfelag sum Brøndby, sum eg haldi hava risastórar møguleikar, sigur Henrik Larsen við danska Ekstrabladet.

Hann taldist millum áskoðararnar, sum í gjárkvøldið sóu Hvidovre senda Brøndby úr steypakappingini, so úrslitini arbeiða nokk ikki heldur fyri møguleikum hansara at “selja Brøndby”.