Lars: Umhugsi broytingar á liðnum

Tað sigur landsliðsvenjarin, sum umhugsar at flyta Jóan Símun og Gilla

Landsliðið hevði fyrrpartin í dag eina venjing á Tórsvølli, sum gav ábendingar um nakrar broytingar á landsliðnum. Til venjingina var millum annað Gilli Rólantsson á høgra bakki, meðan Jóan Símun Edmundsson var á høgra vongi. Tað hava vit ikki sæð frá byrjan á landsliðnum fyrr.

 

Les eisini: Vit gita liðið

 

- Tað eru pláss, sum báðir hava spælt fyrr. Gilli hevur spælt á bakkinum í Noreg, meðan Jóan Símun hevur spælt á vonginum í bæði OB og í Arminia Bielefeld. Tað er ikki óhugsandi, at vit gera nakar broytingar frá seinasta dysti, sigur Lars Olsen.

 

Hoyr samrøðuna við Lars Olsen, landsliðsvenjara, við at trýsta á pílin undir myndini.