Lars um allar broytingarnar

(Ljóðbrot) Her greiðir Lars Olsen frá øllum broytingunum í uppstillingini til dystin móti Ungarn

Tað hevur verið nógv at hugsa um hjá Lars Olsen til hendan landsdystin. Hann varð tvingaður til tríggjar broytingar, men tá samanumkom bleiv tað til fimm broytingar.

 

Hoyr Lars Olsen greiða frá broytingunum við at trýsta á pílin undir myndini

 

Rógvi Baldvinsson, René S. Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Róaldur Jakobsen og Viljormur Davidsen eru allir nýggir í uppstillingini. Viljormur Davidsen kemur inn á vinstrabakkin, Rógvi Baldvinsson og Róaldur Jakobsen kom inn á miðvøllin saman við Sølva Vatnhamar, meðan Kaj Leo í Bartalsstovu og René S. Joensen kominn á ávikavist vinstra og høgra vongi.

 

Les eisini:Liðið er sett

 

- Sølva havi eg valt á miðvøllin, tí hann líkist Halli Hansson sum miðvallara. Tú kanst siga, at Rógvi Baldvinsson er Fróði Benjaminsen, Sølvi Vatnhamar er Hallur Hansson, og Róaldur Jakobsen er Brandur H. Olsen, greiðir Lars Olsen frá, og sigur René og Kaj Leo á vengrunum;

 

- Vit meta ikki, at Christian L. Holst klárar tveir dystir upp í slag. Eg vænti, at vit koma at renna meiri í hesum dystinum enn móti Rumenia. Tí hava vit valt Kaj Leo á vinstra vongi. Hann hevur gjørt tað væl í seinastuni. og gjørt framstig í venjing, sigur Lars Olsen.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum millum Ungarn og Føroyar, sum verður hóskvøldið klokkan 19.45.