Føroyski landsliðsvenjarin mátti upp á yvirarbeiði, tá føroyska landsliðið hevði tíðindafund á Ilie Oana Stadion í Ploiesti í dag. Rumensku miðlarnir hava gjørt nógv gjøldir burturúr føroysku spælarunum, tí teir arbeiða við síðuna av at spæla fótbólt.
Tað fekk eitt sindur av øði í Lars Olsen, tá teir áhaldandi hildu fram í einum heldur niurgerandi tóna at spyrja – tað sum helst kemur undir býtt.
- Eg haldi ikki hetta er stuttligt. Spælararnir í Føroyum liva eitt hart lív í atlantshavinum, har teir bæði arbeiða og spæla fótbólt, segði Lars Olsen ilskur á málinum.
Hetta gjørdi, at rumesku fjølmiðarnir vístu størru ans restina av tíðindafundinum.
Vátur vøllur
Føroyka liðið vandi í ein tíma á Ilie Oana leikvøllinum. Tað hevur regnað í longri tíð og tað merkist aftur á vøllinum, sum er óvanliga vátur. Hetta ger, at spælarar mátti skifta gaggir í mun til tær, sum teir brúka tá vøllurin er turrur.
Fleiri spælarar tosaðu eisini um, at vøllurin ikki var í besta standinum. Hóast tað, so var talan um eina at síggja til góða venjing, har teir eldru vunnu dagliga dystin móti teimum yngru. Teir eldri hava vunnið fimm av teimum seks innanhýsis dystunum, sum hava verið á hesum sinni.
Dysturin ímillum Rumenia og Føroyar verður á Ilie Oana Stadion í Ploiesti sunnudagin 29. mars klokkan 17:00 føroyska tíð.










